VIDEO: Meinhard skoraði í heimasigri hjá Kolding

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Kolding-Esbjerg 2-1 (1-0)

Meinhard E. Olsen var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Kolding á heimavølli vann 2-1 á Esbjerg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Beint undan steðginum beindi Meinhard ein returbólt frá málverjanum hjá Esbjerg í netið til 1-0 til Kolding. Bara tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik økti Isak Tannander við einum góðu skotið til 2-0. Esbjerg megnaði at svara aftur við einum máli, men øll stigini vóru verandi eftir í Kolding.

 

Talan var um annað málið hjá Meinhardi hetta kappingarárið. Meinhard fekk næstbesti karakterin frá Soccerstand. Hann fekk 7,8 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin fyri alt liðið hjá Kolding var 7,2.

 

Kolding er nummar fimm í deildini við 18 stigum. Teir hava fimm stig upp til oddaliðið, ið liðið hjá Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg, Hillerød.

 

HER  ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum Kolding-Esbjerg 2-1 (1-0).