Arnbjørn avloysir Samuel

Samuel Chukwudi er skaddur, og tí hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Arnbjørni Svensson úr Víkingi

Mánadagin verður av álvara farið undir fyrireikingarnar til HM undankappingardystirnar móti Montenegro og Kekkia, sum verða á Tórsvølli í komandi viku.

 

Men landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein verður noyddur at síggja burtur frá Samuel Chukwudi til næstu landsliðsuppgávur.

 

Hávaksni miðverjin, sum spælir fyri finska felagi SJK Seinäjoki, hevur fingið ein vøddaskaða at dragast við, og verður ikki nóg birgur til landsliðsfótbólt á hesum sinni.

 

Í staðin eru boð send eftir Arnbjørni Svensson úr Víkingi. 26 ára gamli syðrugøtumaðurin er higartil skrásettur fyri tveir dystir og eitt mál fyri A-landsliðið.

 

Hósdagin 9. oktobur klokkan 19:45 spæla Føroyar og Montenegro á Tórsvølli, og sunnudagin 12. oktobur klokkan 17:00 møtast Føroyar og Kekkia.