Boðini eru ov lág

- Eg kann siga so mikið, at tað er meira enn ein áhugaður keypari, sigur bústjórin.

Fyri nøkrum vikum síðan fýltist ein av monnunum aftan fyri Landingarmiðstøðina við Toftagjógv á, at teir enn einki høvdu fingið at vita frá bústjóranum aftan fyri Landingarmiðstøð Føroya, Eyðfinni Jacobsen.

 


Eftir avtalu við bústjóran og advokatin hevur felagið Landingarmiðstøðin við Toftagjógv rikið landingarvirksemið á Toftum seinastu mánaðirnar.

 

 

Tað var annars í mars í ár, at P/F Landingarmiðstøð Føroya gav skarvin yvir á Toftum og í Klaksvík, og hálvan apríl í ár læt Landingarmiðstøðin við Toftagjógv virksemið á Toftum uppaftur.

 

 

Tíðliga í summar var høvi eisini at bjóða upp á gøgnini hjá Landingarmiðstøð Føroya. Bjóðast kundi upp á øll gøgn undir einum - ella serstakt upp á gøgnini ávikavist á Toftum og í Klaksvík.

 

 

Aftan fyri felagið Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum nú rekur virksemið á Toftum, eru Rúni Lamhauge, sum er stjóri, Niclas Davidsen, sum er nevndarformaður, Per Mikkelsen, felagið Molva, sum Jóhannus M. Olsen og Poli Hansen eiga og landingarmiðstøðin Barið.

 

 

Rúni Lamhauge, stjóri, segði, at tá høvið var at bjóða, læt felagið boð inn til bústjóran upp á gøgnini á Toftum. Men, hóast rúm tíð nú er liðin síðan, hevur felagið ikki fingið nakað ítøkiligt at vita um, hvussu verður.

 

 

Felagið visti tí heldur ikki, um onnur møguliga hava víst virkseminum á Toftum og møguliga í Klaksvík áhuga.

 

 

- Nú tíðin er vorðin so long, og vit einki ítøkiligt fáa at vita, er spurningurin, hvussu leingi tað verður motiverandi at reka virksemið. Vit ætla okkum at gera onkrar broytingar, men tað ber illa til, so leingi vit einki vita, segði Rúni Lamhauge, stjóri.

 

 

Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri, sigur við in.fo í kvøld, at enn hevur hann einki boð fingið upp á gøgnini, sum er nóg gott, og tí er Landingarmiðstøð Føroya ikki seld, hvørki samlað, ei heldur gøgnini á Toftum og í Klaksvík hvør sær.

 

 

- Eg kann siga so mikið, at tað er meira enn ein áhugaður keypari, men enn eru vit ikki nøgd við boðini. Teir, sum bjóða, kunnu koma við einum realistiskum boði, og so fáa vit at síggja, hvussu langt vit kunnu koma.

 

 

Bústjórin sigur, at tað saktans kann ganga ein tíð enn, áðrenn gøgnini hjá Landingarmiðstøð Føroya á Toftum og í Klaksvík verða seld.

 

 

- Tað veldst alt um, hvat møguligir keyparar vilja geva fyri tey, sigur Eyðfinnur Jacobsen.