Børge er B36 ari

23 ára gamli miðverjin flytur nú úr KÍ og til B36

Børge Petersen fer komandi tíðina at kappast um pláss í B36.

 

23 ára gamli miðverjin úr Klaksvík skrivaði seinnapartin undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2025 og 2026.

 

- Børge er dugnaligur spælari, sum hevur víst sítt virði í fremstu røð í føroyskum fótbólti, og við honum fáa vit nakrar møguleikar afturat. Hann er somuleiðis ein íløga í framtíðina, nú B36 hevur sett eina spennandi kós fyri komandi árini, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari.

 

Børge er skrásettur fyri 89 dystir fyri besta mansliðið hjá KÍ, sambært Faroesoccer. Í fýra ár var hann eisini fastur fúsur á U21-landsliðnum.

 

Børge legst afturat spælarahópinum beinanvegin og verður tøkur at spæla, tá flytingargluggin letur upp tann 16. juni. Hann verður sostatt ikki við, tá B36 og NSÍ spæla í Gundadali tann 15. juni.