Børkin á húsagang

Eftir fundin í Skiftisrættinum í gjár gjørdist greitt, at Børkin er farin á húsagang.

Børkin er farin á húsagang.

 

In.fo bar í gjár tíðindini um, at felagið var farið í gjaldssteðg og at fundur skuldi vera í Skiftisrættinum seinnapartin. Eftir fundin gjørdist greitt, at felagið er farið á húsagang.

 

- Felagið hevur havt rakstrarundirskot seinasta árið og nú vóru ongir pengar eftir, sigur Niels Winther Poulsen, fyribils bústjóri.

 

- Skuldin var vorðin ov stór og felagið hevði nú gjaldføristrupulleikar, sigur hann.

 

Tað undrar tó fólk, at eitt felag, sum flestu hildu var væl rikið, so brádliga skuldi koma í óføri. Roknskapurin hjá felagnum er undirskrivaður so seint sum í august mánaði, við blankari átekning. Eginognin hjá felagnum stóð til at vera 3,5 milliónir krónur.

 

Nú er tó liðugt. 

 

Tað er ikki meiri enn eitt ár síðani at tvær stórar fyritøkur, Træsmiðjan og Bygningssnikkaravirkið, løgdu saman, og gjørdust Børkin.

 

Les eisini Børkin í gjaldssteðg