Í september byrjaði arbeiðið at fríðka um økið millum Leirvíkar skúla og eldrasambýlið Giljagarð.
Eitt nú skal ein ringpallur gerast júst omanfyri gamla skúla, umframt at flisar verða lagdar á slættanum har. Eisini verður spælipláss gjørt á niðara skúlaplássinum.
Niðan frá ringpallinum verður gjørd ein kavabreyt, ið skúlabørnini kunnu hugna sær við, tá kavi legst um veturin.
- Haraftrat verður sandkassi, lítil hylur og velta gjørd longur suðureftir, umframt at trø verða planta fram við vegnum omanfyri.
Tað veit Eysturkommuna at siga í dag.