Børn verða ikki fødd 6-7 ára gomul

Føroya Pedagogfelag ynskir størri fokus á børn undir skúlaaldur.

 

 - Tað er beiskur lesnaður, at fimta hvørt barn ikki dugir at lesa, og at 70 børn árliga eru innskrivað til psykiatriska depilin til greining ella viðgerð, skrivar Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, í lesarabrævi í dag.

Føroya Pedagogfelag sendir eina inniliga áheitan til landsstýrismannin í mentamálum um at taka dagstovnaøkið í álvara nú, og sigur, at Føroya Pedagogfelag er til reiðar at hjálpa til við at venda gongdini.

 

Føroya Pedagogfelag ynskir, at landsstýrismaðurin í mentamálum setur á stovn eitt dagstovnaráð, sum kann veita honum hjálp og ráðgeving.

- Hetta snýr seg um viðurskifti hjá øllum Føroya børnum í aldrinum 0-7 ár, og sum ganga á dagstovni. Enn hava vit ikki frætt frá landsstýrismanninum, hvørjar ætlanir hansara eru á hesum økinum.
Eingin ivi skal vera um, at dagstovnaøkinum tørvar politiskan áhuga, kanska ongantíð so nógv sum nú.


- Høgravenda samfelagshugsanin og politiska fíggjarstýringin eru við at syndra eitt annars vælskipað og burðardygt kjarnuøki í føroyska samfelagnum. Vit hoyra alsamt, at fokus er á børnini, tá tey fara í skúla, og ikki eitt orð verður grett um týdningin av tíðini áðrenn. Børn verða ikki fødd 6-7 ára gomul, um nakar ivast.


- Eitt gott barnalív kann ikki gerast upp í krónum og oyrum, heldur ikki í fermetrum ella byggitilfari. Eitt gott baranlív á dagstovni snýr seg eina og aleina um góðan hugburð til børn og menniskju sum heild. Tað snýr seg um, at lívið hjá børnum skal vera tað besta, ein kann hugsa sær, eisini meðan børnini eru á dagstovni.

 

Maud Wang Hansen gevur eisini politikkarunum av grovfílini, og ákærir teir fyri at gloyma tey bleytu virðini.

- Tað vísir seg tíverri, at føroysku politikararnir, so skjótt teir eru komnir í sessin, missa áhugan fyri tí virðismikla við lívinum og verða spunnir inn í ein hugsunarhátt, sum bert snýr seg um pengar.


Maud Wang Hansen sigur, at tíðin áðrenn skúlaaldur ikki einans ræður um, at fyrireika børnini til skúlalívið, men lærir tey at gerast góðir samfelagsborgarar.

- Ein góður barndómur brynjar børnini til lívið, til skúlan og til at klára seg víðari í útbúgvingarlívinum. Harumframt vísa kanningar, at námsfrøðilig dygd og góð normering geva børnum ein førning, sum verjir og fremur teirra evni at forvitnast og læra, at vera góð við hvønn annan, at læra tolsemi og kreativitet og at gerast góðir samfelagsborgarar.

 

- Tað ræður ikki um at læra at lesa so tíðliga sum gjørligt, tað ræður um at duga at vera ein góður vinur og at hava samáhuga fyri teimum, tú veksur upp saman við.


Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag endar við at heita á landsstýrismannin í mentamálum at fylgja tí arbeiði, sum hansara egna aðalráð hevur staðið fyri.

- Mín áheitan á landsstýrismannin skal vera at lesa á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum tey námsfrøðiligu stevnumiðini, sum er eitt valaarbeiði, sum Mentamálaráðið hevur staðið fyri at gera, men sum enn manglar at verða sett í verk. Har er ein upplagdur møguleiki hjá landsstýrismanninum at seta gongd á at fremja sína skyldu sum evsti eftirlitsmyndugleiki á dagstovnaøkinum.