Børnini eru okkara dýrabarasta tilfeingi

Í okkara samfelag er ein av grundarsteinunum fólkaskúlin, og vit hava ein góðan skúla - MEN! Vit vita, at vit eisini hava nakrar avbjóðingar, sum eg vil virka fyri at loysa, verði eg vald 8. desember.

 

 

 

Fyrst og fremst, skulu vit hava smærri skúlaflokkar. Í dag eru 24-27 næmingar í hvørjum flokki á teimum størri skúlunum, og summar tíðir meira enn tað. Tað haldi eg vera alt ov nógv, um ein skal røkka hvørjum einstaka næmingi. Væl vitandi um, at vit nýta fleiri tímar til tvílæraraskipan, so er tað næmingin, sum vit skulu hugsa um,  at hann skal fáa so góða frálæru sum møguligt. Nógvir næmingar trívast illa í stóru flokkunum, og detta niðurímillum í rúgvuni.

 

 

 

Tímarnir á tímatalvuni hjá næmingunum skulu eisini fækka. Tímatalið bara veksur og veksur, og okkara børn megna ikki at móttaka frálæru so nógvar tímar um dagin - væl skilligt!

 

 

 

Starvsfólkini á skúlunum fáa eisini álagt alsamt fleiri uppgávur, sum ikki hava við frálæru at gera, og tískil verður nógv orka brúkt til skrivstovuarbeiði. Hetta er við til, at fleiri starvsfólk á skúlunum kenna seg útbrend, og arbeiðsgleðin ikki er tann sama.

 

 

 

Trivnaðurin hjá næmingunum og lærarunum má vera í hásæti, so vit hava besta tilfeingið til framtíðina.

 

 

 

X við Honnu Ovadóttir

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið