Bøta um umstøðurnar hjá fólki í Mykinesi – og hjá ferðafólki

Tað fer at fólki í summar - men so verður betri aftur

Í summar fer Landsverk undir tvey arbeiði í Mykinesi við tí endamálið at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum búgva har – og hjá ferðafólki.

 

Í fyrra lagi er tað lendingin í Mykinesi, sum skal byggjast út í summar, og Landsverk ávarar um, at hetta fer at ávirka siglingarvirksemið til og úr Mykinesi. Arbeiðið fer væntandi í gongd í hesum mánaðinum og fer væntandi at taka einar fimm vikur.

 

Arbeiðið fer at hava við sær, at plássið til ferðafólk verður minni, ímeðan arbeitt verður og hetta kann hava við sær, at tað fer at taka longur tíð at fáa fólk í oynna og av henni aftur. Men Landsverk sigur, at arbeiðstakarin fer at gera sítt fyri at hjálpa til at fáa ferðafólk og viðføri trygt fram.

 

Í øðrum lagið skal brúgvin út í Mykineshólm, skiftast út og ein avleiðing av tí verður, at brúgvin verður stongd fyri fólki ein part av summarinum. Arbeiðið er farið í gongd, og í næstu viku verður brúgvin stongd fyri ferðafólki. Væntandi kunnu fólk brúka nýggju brúnna út í Mykineshólm í september, men verður hon opin okkurt tíðarskeið í summar, verður kunnað um hetta, sigur Landsverk.