Bogart á odda

Undir upptøkunum til Hawks/Hemingway-filmin ?At hava ella ikki hava? í 1944 fall sjarmerandi Humphrey Bogart fyri teirri 19 ára gomlu Lauren Bacall - og øvut.

Árið eftir vórðu tey gift - og hjúnalagið helt, til deyðin tey skilti. Bogart doyði í 1957. Seinast í fýrati árunum vóru tey mest førandi filmsparið í filmsbýnum.

Laurel Bacall fylti 75 ár hósdagin.