Bogaskjóting: FM uttandura 2008

Skotið bleiv tí tvørtur um vøllin, so skjúttarnir stóðu í skjól undir B-68 húsinum. Tað regnaði nakað og var eisini fitt av síðuvindi.

 

 

 

Eggaba nýggjur føroyameistariHóast fleiri skjúttar høvdu forfall vóru 7 luttakarar í recurve. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:

 

 

 

Eggaba Andreasen, VágaSkot, (268+239) 507 stig,

 

Eirikur í Jákupsstovu, Ørvur, (206+206) 412 stig,

 

Tórfinn Hansen, VágaSkot, (147+244) 391 stig,

 

Jim S. Guttesen, VágaSkot, (201+163) 364 stig,

 

Jastid M. Jensen, Tambar, (94+156) 250 stig,

 

Rakul Dam, Tambar, (125+124) 149 stig,

 

Sirið Rein, Tambar, (48+72) 120 stig.

 

 

 

Bronsufinalan var millum Jim S. Og Eirik. Eirikur vann trygt 88-44.

 

Gullfinalan var millum Eggaba og Tórfinn. Eggaba vann hendan dystin trygt 70-57 og vann á fyrsta sinni eina FM-kapping.

 

Jógvan endurvann FM-heitiðEisini í hesum bólkinum var forfall og vóru bert 5 luttakarar. Jógvan var elsti maður, hinir vóru allir juniorar. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:

 

 

 

Jógvan Niclasen, Tambar, (309+306) 615 stig,

 

Nikkel Petersen, Ørvur, (302+298) 600 stig,

 

Magnus Andreassen, Ørvur, (278+306) 584 stig,

 

Kaj Johannesen, Ørvur, (288+295) 583 stig,

 

Bogi Andreasen, VágaSkot, (246+232) 478 stig.

 

 

 

Bronsufinalan var millum Kaj og Boga og vann Kaj trygt 86-65.

 

Gullfinalan var millum Jógvan og Nikkel. Nikkel var eitt sindur óheppin í fyrsta umfari og kom nøkur stig aftur um. Næsta umfar var sera javnt, men vann Jógvan dystin 100-91, og endurvann FM-heitið