Umfatandi kæran, sum sjey lærarar hava sent til landsstýriskvinnuna í Mentamálum, er send til Boga Bech Jensen til umrøðu. Tann 10. august skal rektarin á Glasi svara ákærunum aftur.
Og tað er ikki hissini ákærur. Rektarin er bæði lagdur undir at føra ein diktatoriskan leiðslustíl, at ikki virða galdandi sáttmálar, at lata dulnevndar eftirmetingar frá næmingum spæla ein leiklut í, hvør lærari fær starv og mangt annað.
Bogi Bech Jensen vil ikki viðmerkja tey ítøkiligu punktini av kæruni í dag, tí hon er umfatandi, og rektarin vil seta seg ordiliga inn í tey viðurskiftini, sum lærararnir kæra um.
- Eg kann tó yvirskipað siga, at tað er sera harmiligt, at tey ikki vendu sær til mín beinan vegin. Tí tað er jú bara eg sjálvur, sum kann bøta um mína atburð, sigur Bogi Bech Jensen og leggur aftrat, at hann tekur kæruna í størsta álvara.
- Tað eru greið tekin um, at eg ikki havi megnað at skapt tað álit, sum eg ynski at skapa. Tí annars høvdu hesi fólkini helst torað at komið til mín beinleiðis. So har er í øllum førum okkurt, sum eg má arbeiða við, sigur Bogi Bech Jensen.
Hann hevur lisið kæruna, men hevur enn ikki havt høvi at fara í dýbdina við hvørjum punkti sær.
- Mín fyrsti tanki er, at tað ber brá av misskiljingum og ov vánaligari kunning frá mínari síðu. Og kanska er tað orsøk til, at man er komin til nakrar niðurstøður, sum man kanska ikki hevði komið til, um man hevði sett seg at tosa saman um støðuna, sigur Bogi Bech Jensen.