ÍF boðar í dag frá, at felagið hevur fingið tilgongd av Bogi Reinert-Petersen. Tað hevur ljóðað í eina tíð, at hann er á veg aftur til barndómsfelagið. Í kvøld eru tíðindini váttaði á Facebook-vanganum hjá felagnum.
- Ársins jólagáva til allar ÍF fjepparar er, at vit í kvøld kunnu almannakunngera, at Bogi Reinert-Petersen hevur skrivað ein eitt-ára sáttmála við okkum. Bogi hevur verið ein profilur á miðvøllinum hjá ljósabláu grannunum hinumegin Varmakeldu í hálvtannað ár. Tað er við stórari gleði at vit takka jólamanninum fyri Boga, skrivar ÍF.
Fuglfirðingar hava nú fingið tilgongd av Steinbjørni Olsen og Ólavi Niclassen úr KÍ, umframt at Jan Ó. Ellingsgaard er byrjaður aftur. Spælarar sum Dánjal á Lakjuni og Andy Olsen hava boðað frá, at teir spæla ikki komandi ár.