Bogi Hammer etur grillmat hvønn dag

- Eg eti tað, sum kemur á borðið, men eg havi ein keðiligan matvana, og tað er, at eg eti grillmat hvønn dag, sigur Bogi Hammer, sum seinasta vikuskiftið vann kappingina um at gerast Føroya sterkasti maður

Starv?
Stýrimaður í norsku frálandavinnuni

Hvat er tað besta við starvinum?
Frítíðin og lønin er ok

Hvat ger teg í góðum lag?
At hava glað fólk rundan um meg og at tað gongur mínum nærmastu væl

A ella B-menniskja?
Eitt sindur av báðum

Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Áhugin fyri ítrótti er minkaður niður í onki við árunum. Var herfyri í Gundadali, tá B36 og HB spældu, og tað var fyrstu ferð í eini 5-6 ár, tíverri

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Lurti eftir øllum uttan klassiskum

Hvussu eru tínir matvanar?
Eg etið tað, sum kemur á borðið, men eg havi ein ringan vana, og tað er at eta grillmat hvønn dag

Hvør er tín fyrimynd?
Havi ikki nakra fyrimynd, men innan “strongman” ítróttin dámar mær best Mariusz Pudzianowski


Hvat gert tú í frítíðini?
Nú í løtuni fer øll frítíðin við at byggja nýggja húsið



Hvat fert tú at gera í summar?
Eg havi lovað døtrunum ein túr í Legoland í summar. So vit fara at halda summarferiu í Danmark

Hvør er tín lívrættur?
Feskt lambskjøt. Serliga lambaryggur

Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Mær dámar væl at síggja okkurt innan krimi-sjangruna. Eitt nú hyggi eg javnan eftir Wallander

Hvør bók liggur á náttborðinum?
Í løtuni liggur eingin bók á náttborðinum

Enda setningin: Eg kundi hugsað mær, at...
...flutt inn í nýggju húsini áðrenn ólavsøku