Bogi Løkin fingið landsliðsboð

Enn ein landsliðsspælari hevur sent avboð til vinardystin, sum Føroyar mikukvøldið í næstu viku skal spæla í Portugal.

Talan er um Christian Lamhauge Holst úr Lyngby, sum orsaka av skaða hevur boðað frá, at hann ikki verður førur fyri at spæla mikukvøldið.

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir Boga Løkin úr NSÍ um at koma við niður til Portugals.

Bogi Løkin er miðvallari, og hann hevur seinastu árini verið á øllum teimum yngru landsliðunum. Seinasta landsliðið, sum hann hevur spælt á, er U21 landsliðið.