Bókadagur í Føroyahúsinum

Árligi bókadagurin, sum lýstur varð at verða sunnudagin 23. nov. frá kl. 14 til 19, er útsettur til sunnudagin 30. nov. frá kl. 14 til 19. Tað er Føroyingafelagið í Keypmannahavn, sum saman við bókavørðinum í Føroyahúsinum skipa fyri, og á skránni er m.a.!

Framsýning av bókum, sum eru útkomnar í ár.


Upplestur

Tóroddur Poulsen lesur upp úr nýggju skaldsøgu síni, »Sót og søgn«, Marianna Debes Dahl lesur upp úr nýggju endurminningum sínum, »Úti á leysum oyggjum«, og Heðin M. Klein, rithøvundur og lærari, fer at siga eitt sindur um Steinbjørn B. Jacobsen, sum fylti 60 ár í heyst, og fer eisini at lesa upp yrkingar hjá honum.

Harumframt fer Árni Dahl frá forlagnum Fannir, at siga frá um forlagsarbeiði í Føroyum í dag.


Sangur og tónleikur

Ernst Sondum Dalsgarð syngur og Ólavur Jacobsen spælir guitar. Eisini verður felagssangur.

Bókasavnið tekur nýggja leitiskipan í nýtslu, og í tí sambandi fer bókavørðurin í Føroyahúsinum at siga nøkur orð um bókasavnið.

Eisini verður okkurt fyri børnini.

Drekkamunnur, smurt breyð og køka fæst til keyps.