Bókaframløga í gl. miðhøllini á Skúlatrøð leygardagin 18. desember kl. 16 – nýggj bók um Andrew W. Sloan
John í Skemmuni, sum er búsitandi í Porkeri, hevur síðani 1988 virkað um trúboðari í og út frá brøðrasamkomuni. Við hesi bókaútgávu gongur John nýggjar leiðir í tænastu síni fyri Harran, og sigast má, at hann leggur væl frá landi. Talan er veruliga um eina áhugaverda, spennandi og rannsakandi bók.
Bókin sigur frá um lív og virki Andrew Sloans fyri Harran, sum tað er eydnast høvundanum at seta saman á ein livandi og viðkomandi hátt.
Her sleppur lesarin veruliga við á ferð Andrews gjøgnum lív og tænastu hansara fyri Harran, tí umframt áhugaverdar frásagnir fáa vit eisini innlit í partar av tí, sum Andrew skrivar í síni dagbók. Endurgevingarnar úr dagbókunum eru gjørdar við hepnari hond og geva okkum – í mun til andaliga lív hansara – eitt viðkomandi innlit í persónligu hugsanir, stúranir, tráanir og, ikki minst, kærleika Andrews til Harran og fólk Hansara.
Hóast hendingarnar eru frá farnari tíð, so er tað undranarvert, hvussu viðkomandi boðskapurin í bókini er fyri okkum í dag.
Andrew giftist við Ellu í Vátutoft í Klaksvík, og hann var nógv í Klaksvík tey árini, tá ið samkoman í Betesda varð sett á stovn. Her hevði hann ein sentralan leiklut og var samkomuni í Betesda dyggur stuðul, og hann vitjaði eisini nógv bygdirnar í Norðoyggjum.
Framløga av nýggju bókini um Andrew W. Sloan verður í gomlu miðhøllini á Skúlatrøð (fyrrv. Ósáskúlanum) í morgin, leygardagin 18. desember kl. 16, har Sangbólkurin Vitin luttekur við sangi, og høvi verður eisini at ogna sær bókina.
Heitt verður á tey, sum koma til tiltakið, um at fylgja almennu tilmælunum í sambandi við korona.