Lawrence Duna Dacighir og Godfrey Ali Shikaham, sum báðir vóru limir í Church of Christ in Nations (COCIN) síggjast í videobrotinum liggjandi á knøum, meðan tríggir vápnaðir yvirgangsmenn í gekkaskorti standa aftanfyri teir, skrivar trubodin.fo.
Teir báðir ungu menninir, sum vórðu skotnir aftanífrá, vóru komnir til Maiduguri fyri at byggja hús til fólk, sum vóru rikin heimanífrá, eftir islamistiskan harðskap í økinum.
Ein av yvirgangsmonnunum greiddi á hausa-málinum frá, at teir fóru at drepa hvønn einasta kristnan, ið teir fingu fatur í, sum hevnd fyri teir muslimar, sum eru dripnar í undanfarnum samanbrestum í Nigeria.
Teir báðir dripnu vórðu eyðmerktir av einum skyldfólki, prestinum John Pofi frá COCIN-kirkjuni.