Boko Haram drepur fleiri enn IS

Ein nýggj greining vísir, at hesir báðir felagsskapirnir drepa yvir 50 prosent av øllum teimum, ið lata lív í yvirgangsatsóknum.

Ongantíð eru so nógv fólk dripin í yvirgangsálopum sum í fjør, vísir ein greining av Global Terrorism Index, sum Institute for Economics and Peace savnar saman.

 

Yvirlitið vísir, at yvirgangsfelagsskapirnir Boko Haram og IS hava ábyrgd av yvir helvtini av øllum deyðsføllum í yvirgangsálopum í 2014. 

 

Boko Haram, sum kunngjørdu sín trúskap til IS í mars í ár, drópu 6.644 fólk, meðan IS drap 6.073 í yvirgangsatsóknum í fjør. Tó skal sigast, at umframt hetta talið, hevur IS dripið 20.000 fólk á vígvøllinum. Av teimum, sum hava latið lív í atsóknum hjá Boko Haram eru 77 prosent sivilfólk, meðan hetta talið er 44 prosent í álopunum hjá IS. IS fremur tó fleiri enn dupult so nógv yvirgangsálop sum Boko Haram, 1.071 í mun til 453. Boko Haram hevur tó tvífalda talið á yvirgangsatsóknum síðani 2013.

 

Taliban, sum áður vóru deyðiligast, eru nú á triðja plássi, við ábyrgd av 3.477 deyðsføllum í yvirgangsatsóknum. Hetta er 38 prosent fleiri enn í 2013, sigur kanningin.

 

Talið av deyðum í yvirgangsatsóknum vaks við heili 80 prosentum í fjør í mun til í fyrraárið. Í fjør lótu 32.658 fólk lív í yvirgangsálopum, meðan talið var 18.111 í 2013. Í 2000 lótu 3.329 fólk lív í yvirgangsálopum, men síðani tá er talið voksið ár um ár.

 

Tað er í Irak, Nigeria, Afganistan, Pakistan og Sýria at flest fólk doyggja av yvirgangi. Í hesum fimm londunum doyggja 78 prosent av øllum, ið doyggja av yvirgangi. Í Irak doyðu flest fólk, 9.929.