Boksifelagið aftur verið uttanlands

Tórshavn Boxing hevur verið á venjingarlegu í Danmark

Einasta boksifelagið í Føroyum, Tórshavn Boxing, sum varð sett á stovn í januar í fjør, hevur nýliga verið niðri á venjingarlegu í Danmark. Hetta er aðru ferð, at føroyskir boksarar eru farnir niður til Danmarkar á venjingarlegu, tí í oktober í fjør vóru nevaleikararnir eisini niðri á flatlondum og royndu seg.

 

Les eisini: Føroyskir boksarar fara at kappast í Danmark

 

Føroyska ferðalagið fór av landinum fyri viku síðani og kom aftur í gjár. Júst sum síðstu ferð, so hevur Tórshavn Boxing verið á vitjan hjá boksifelagnum í Nykøbing, har venjari felagsins, Martin Meng, hevur góð sambond.

 

Um venjingarleguna skrivar boksifelagið á Facebook-síðu sínari, at venjingarlegan gekk væl, og serliga varð dentur lagdur á tekniska boksivenjing. Farna vikuskiftið vóru tveir av íðkarunum hjá Tórshavn Boxing, Martin Johansen Chukwudi og Bjartur René Nielsen, eisini og royndu seg á stevnu í Keypmannahavn. Teir boksaðu hvør sín dyst.

 

Tá ið boksifelagið var á venjingarlegu í oktober vann Martin Johansen Chukwudi heiðursprógv, ið merkir, at hann formliga hevur heiti sum amatørboksari. Dysturin hjá Martini á hesi stevnuni var ein venjingardystur, og í slíkum dystum er ikki vanligt at velja ein vinnara í boksing. Tó vil Tórshavn Boxing vera við, at skuldi ein vinnari verið valdur í hesum dystinum, so skuldi tað verið Martin Johansen Chukwudi.

 

Bjartur René Nielsen slapp at royna seg ímóti boksara úr Nykøbing. Tað skulu 27 stig til fyri at ogna sær heiðursprógv, og Bjartur René Nielsen fekk 28 stig frá dómarunum. Sostatt er hann blivin annar føroyingurin, ið hevur vunnið sær heiti sum amatørboksari. 

 

Tórshavn Boxing skrivar eisini, at ætlanin er aftur at fara á venjingarlegu í heyst í ár. Tá verður væntandi aftur farið til Danmarkar.