– Frá nú av verða øll mótmæli steðgað, sigur aðalskrivarin í COB, Mario Argollo, sambært AFP.
Samstundis hevur Rodrigo Paz lýst undantaksstøðu í landinum. Hann sigur, at stigið verður tikið, eftir at allar møguleikar fyri samráðingum eru royndir, og avtala er gjørd við teir partar, sum hava lóglig krøv. Sambært Reuters gevur undantaksstøðan myndugleikunum heimild at seta herin inn at endurreisa lóg og landaskil.
Mótmælini byrjaðu í mai við krøvum um hægri lønir, størri búskaparligt støðufesti og steðg fyri privatisering av almennum fyritøkum. Seinni broyttust krøvini til eisini at snúgva seg um, at forsetin skuldi leggja frá sær.
Ófriður hevur verið í fleiri býum, har mótmælisfólk hava sett eld á burturkast, stongt vegir og lopið á almennar bygningar. Sambært Reuters er avtalan tó ikki endaligur friður. Fleiri vegir eru framvegis stongdir av bólkum, sum stuðla fyrrverandi forsetanum Evo Morales, og fleiri felagsskapir siga, at teir halda fram við trýstinum á stjórnina.
##med2##
Sambært Reuters hava minst 14 fólk latið lív undir ófriðinum. Fleiri teirra doyðu, tí tey sluppu ikki á sjúkrahús vegna vegastongslini.
/ritzau/












