Bólkur E: Øll liðini kunnu koma víðari

EM 2020: Tað er spenningur undan seinasta umfarinum í bólkaspælinum í bólki E

Í dag klokkan 17 verða seinastu dystirnir í bólki E. Svøríki spælir móti Póllandi, og Slovakia spælir móti Spania. Svøríki hevur tryggjað sær víðari luttøku, meðan hini trý kunnu koma víðari.

 

Svøríki hevur bestu kortini á hondini við sínum fýra stigum, meðan Slovakia við einum javnleiki tryggjar sær víðari luttøku. Pólland skal vinna, meðan Spania kann koma víðari, um teir spæla javnt aftur í dag, og Pólland ikki vinnur Svøríki.

 

Slovakia vann fyrsta dystin, sum var móti Póllandi, og kann nú vinna seg víðari við einum javnleiki móti Spania. Spania hevur ikki vunnið enn, so tað er ein møguleiki fyri javnleikinum, men helst er Spania favorittur at vinna, sjálvt um tað gongur illa at skjóta mál.

 

Svøríki er víðari, men tað krevur ein sigur at enda ovast í bólkinum. Tað útloysir ein dyst móti einum 3’ ara onkrum av hinum bólkunum. Nummar tvey í bólkinum skal møta Kroatia, meðan nummar trý skal spæla móti Belgia.

 

Tað er eisini ein møguleiki fyri, at fleiri at liðunum enda á sama stigatali. Eitt nú um Pólland vinnur á Svøríki og Slovakia og Spania spæla javnleik. So hava trý lið fýra stig.

 

Bókur E:

 

Slovakia – Spania (17.00)

 

Svøríki – Pólland (17.00)

 

Støðan:

 

1: Svøríki 4(stig) +1(málmunur)

 

2: Slovakia 3 -0

 

3: Spania 2 -0

 

4: Pólland 1 -1