Bolt vann á 400 metrum

Usain Bolt, sum í fjør varð kosin ársins ítróttarmaður í heimshøpi, rann um vikuskiftið sína fyrstu kapping. Hetta var í Camperdown Classic á Jamaica, og við 45,86 setti hann nýtt stevnumet á 400 metrum. Fyrst og fremst er tað 100 og 200 metrar, sum eru stóra styrkin hjá Bolt, men eitt nú hevur met-eigarin á 400 metrum, Michael Johnson, sagt, at hann heldur Bolt hevur møguleikan til eisini at seta heimsmet á 400 metrum. Metið, sum Johnson setti í 1998, er 43,18 sekund.