Bónus í Hoyvík letur uppaftur hósdagin

Hósmorgunin sleppa hoyvíkingar aftur at keypa í Bónushandilinum í Hoyvík.

 

Tað var tann 6. desember, at eldur kom í fløskumóttøkuna í Bónus í Hoyvík. Eldskaðin í fløskumóttøkuni og á goymsluni er stórur, men í sjálvnum handilinum var stórur roykskaði.

 

Goymslan og fløskumóttøkan eru ikki liðugtumvæld enn, men handilin hevur verið tømdur, og alt er vaskað. Roykskadda vøran er goymd burtur, og nú gera tey klárt at lata uppaftur um tveir dagar. Fyrstu tíðina má handilin klára seg, hóast goymslan ikki verður tøk fyrr enn um nakrar vikur.