Maðurin meldaði, men tá ið tað varð runnið av aftur, angraði hann og ringdi til løgregluna at taka málið aftur.
Men tað varð ov seint. Tá ið harðskapur er meldaður til løgregluna fangar borðið og tískil hittust teir báðir í rættinum í morgun.
Maðurin, sum sló var dømdur 30 dagar í geglið, men av tí, at allir vóru skít og av tí, at maðurin aldrin varð revsaður fyrr, sleppur hann undan at sita dómin, ger hann onki annað revsivert í tvey ár.
Annars verður harðskapur altíð revsaður við fongsulsrevsing, men sum umstøðurnar vóru, slapp hann við eini ávaring, gjørdi dómarin honum greitt.