Bora nú næsta brunnin við markið

Mong av altjóða oljufeløgunum bíða nú í spenningi eftir at vita, hvussu hevur gingist við Cambobrunninum, sum júst er liðugt boraður skamt frá føroyska markinum. Er hann eitt veruligt fund kann tað seta gongd í aftur leitingina á Atlantsmótinum og harvið eisini við Føroyar.

Oljuleiting


Eitt av heimsins best útgjørdu boriskipum West Navigator er nú liðugt við at bora avmarkingar- og kanningarbrunn fyri Amerda Hess samtakið í bretskum øki, skamt frá føroyska markinum. Talan er um Cambofeltið, ið varð funnið herfyri og sum verður mett at goyma olju og gass í lønandi mongdum. Men hesin brunnurin skuldi so staðfesta, um talan er um eitt veruligt fund. Tað er ómøguligt at fáa nakað at vita um brunnin. Feløgini halda allar upplýsingar sera tætt inn at sær. Hvørki í Havn ella í Aberdeen vilja tey siga nakað. "Tight hole" er einasta svarið. Og hóast brunnurin hevur fyrsta prioritet hjá øllum oljufeløgum, sum ætla sær at gera íløgur í leiting á Atlantsmótinum næstu árini, so ber ikki til at fáa nakað at vita. Hetta er annars brunnurin, sum hevur verið nógv umrøddur í oljuverðini, tí er hann eitt veruligt lønandi fund, kann hann fáa gongd á aftur leitingina sum heild á Atlantsmótinum. Umframt Amerada Hess eru eisini Dong og ChevronTexaco og OMV við í hesum brunninum.

Nú er boriskipið so farið nakar longur norðureftir, har tað skal bora Rosebank prospektið. Her er tað ChevronTexaco, sum er fyristøðufelag. Eisini eru Statoil og aftur Dong við í tí boringini. Sosialurin skilur, at hol varð sett á fyrst í hesi vikuni. Hetta er annars tann brunnurin, sum ein av stjórunum í ChevronTexaco úttalaði seg um í Sosialinum á oljuráðstevnuni í Havn herfyri. Hon segði, at hetta er ein brunnur, sum feløgini hava stórt álit á. Hon segði eisini, at møguleikin at gera eitt lønandi fund her var sera stórur, eitt til trý.

Tað er greitt, at úrslitið av báðum hesum brunnunum, kann fáa stóran týdning fyri áhugan fyri at vera við í 2. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tað kann so ganga báðar vegir.

Í august er so ætlanin at fara undir at bora triðja brunnin við markið. Tað er BG, sum stendur fyri tí brunninum, ið ber heiti Bedlington. Hann liggur nakað væl longur syðri, men framvegis tætt upp at føroyska markinum. Í tí boringini er eisini føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum umframt onnur feløg.

Uppaftur ein áhugaverd boring hevur verið vestan fyri Hetland í ár, sum eisini kann hava týdning fyri okkara øki. Tað er avmarkingarbrunnurin í Laggangassfeltinum. Eisini hann hevur "tight hole" status. Har er tað Total, sum er operatørur. Eitt gott úrslit her kann fáa týdning fyri 22. útbjóðingina í bretskum øki, har tað nettupp verður lagdur stórur dentur á at bjóða út øki í nánd av gassfundum. Vónirnar eru so, at tá man hevur funnið so mikið mong smærri og størri gassfelt, at man kann fara undir at byggja ein infrastruktur og síðani at seta í gongd framleiðlsu av gassi.

Um somu tíð sum alt hetta hendir nærkast dagurin fyri upplatingini av 2. rundu á føroyska økinum. Tað verður tann 17. august. Annars fara vit skjótt at frætta um hvørji oljufeløg hava fingið tillutað hvørji øki í bretsku 22. runduni og norsku 18. runduni. Hetta er alt ein útviklingur, sum so ella so kann hava áhuga og týdning fyri okkara egnu vónir til framhaldandi leiting á landgrunninum.