Í annaðkvøld verður borgarafundur í Ítróttarhøllini á Skála, har evnið er dokkhøllin, sum skipasmiðjan MEST hevur ætlanir um at byggja á Skála.
Tað var stutt fyri jól í 2015, at MEST søkti um byggiloyvi til at smíða eina dokkhøll oman yvir turrdokkina á Skála. Í viðgerðini kom fram, at einasta tøkniliga forðingin í málinum var, at mest loyvda hædd í økinum var 6,5 metrar, hóast fleiri bygningar í økinum eru hægri enn hetta.
Tá ætlingin var at byggja góðar 40 metrar uppeftir var greitt, at neyðugt var at broyta byggisamtyktina og møguliga býarplanin, um Runavíkar kommuna skuldi geva loyvi til byggingina. Longu 19. og 20. januar 2016 taka vinnu- og havnarnevndin og byggi- og býarskipanarnevndin málið upp og mæla til, at tekniska deild arbeiðir víðari við málinum.
Á býráðsfundinum hin 28. januar 2016 tekur Runavíkar býráð undir við tilmælunum frá nevndunum báðum. Í skrivi boðar borgarstjórin MEST frá hesum.
Í fyrstu atløgu var málið sent landsmyndugleikanum við umbøn um at broyta viðurskiftini soleiðis, at tað kundi byggjast uttan avmarking í hæddini. Hesum kundi Heilsu- og innlendismálaráðið ikki ganga á møti, og í svarinum heldur Ráðið fyri, at ein stór høll við eini hædd upp á 50 metrar nærindis íbúðarøki er eitt so stórt inntriv, at tað má lýsast væl og virðiliga fyri borgarunum, eitt nú við myndum, sum vísa bygningin ymsastaðni frá á Skála og hinumegin fjørðin. Somuleiðis mælir ráðið til, at bygging oman fyri 15 metrar skal gerast samsvarandi serstakari byggisamtykt. Nevndirnar báðar taka undir við hesum, og tað ger býráðið eisini hin 23. februar 2017.
Runavíkar býráð samtykkir á býráðsfundi í Skúlanum á Skála hin 27. apríl, at borgarafundur skal haldast um málið á Skála hin 23. mai 2017. Ætlanin við borgarafundinum er, at MEST sýnir fram, hvussu ætlaða útbyggingin av Skipamiðjuni fer at taka seg út í eygunum á fólkinum, sum býr á Skála.
Høvið verður at gera viðmerkingar til framløguna, men eingin niðurstøða verður gjørd, tí ætlandi verður málið lagt fram fyri almenningin at gera skrivligar viðmerkingar til í 6 vikur, fyri síðani at vera viðgjørt av landsmyndugleikanum av nýggjum saman við møguligum viðmerkingum ella kærum.
Skráin fyri borgarafundin er hendan:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin og greiðir frá málinum.
MEST kunnar um málið samsvarandi krøvunum frá lands- og kommunala myndugleikanum
Kollslíð & Sverrisson spæla nøkur løg
Spurningar úr salinum og svar av pallinum
Bergur Poulsen verður orðstýrari.