Eitt alifelag í Noregi, Emilsen Havbruk, fær stivliga 800.000 norskar krónur í bót, tí 36.000 laksar hjá felagnum doyðu undir avlúsing og flutningi.
800.000 norskar krónur, er ein góð hálv millión í okkara peningi.
Hendingin fór fram í januar í ár, tá alifelagið skuldi avlúsa og flyta fiskin í eitt annað aliøki, veit IntraFish at siga.
Trupulleikar tóku seg upp undir flutninginum, og hetta førdi til, at fiskurin stóð trongdur í næstan fimm tímar.
Næstu dagarnar doyðu 36.000 laksar - ella teir máttu avlívast, serliga av sárskaðum og handfaring, tí fiskurin hevði staðið so samantrokaður.
Mateftirlitið í Noregi metir hetta sum grovt brot. Tey halda, at felagið óviljað hevur brotið djóraverndarlógina.
Emilsen Havbruk viðurkennur, at tey áttu at havt sett tiltøk í verk fyrr, og tey siga seg nú hava broytt mannagongdir.
Felagið er samt við niðurstøðuni hjá Mateftirlitinum um hendingina, men tey eru ikki samd í sektini og halda ikki, at hon virkar fyribyrgjandi.