Klaksvík:
- Borgarliga skrásetingin av føddum og deyðum eigur at liggja hjá Fólkayvirlitinum, sigur Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur.
Hann vísir á, at arbeiðið hjá prestum er sera umfatandi, og at tað stutta av tí langa er, at borgarliga skrásetingin fer avstað við sera nógvari tíð hjá teimum prestunum, sum hava ábyrgdina av henni. Og harafturat vísir hann eisini á, at til dømis í Klaksvík verða umleið 45 % av børnunum ikki doypt, og millum annað tí setur prestur spurnartekin við, hví kirkjan skal taka sær av borgarligu skrásetingunum.
Niels Pauli sigur, at fyrr var kirkjan tann, sum náddi út til hvønn krók í landinum við tað at kirkja var í so gott sum hvørjari bygd. Men í dag er tøknin so framkomin, at tað ger næstan tað sama, hvar ein er staddur, so kann ein røkka allastaðni.
- Kirkjan í dag hevur ikki umstøður ella ta neyðugu útgerðina til tílíkt arbeiði, sigur prestur.
Í Danmark eru tey farin yvir til eina elektroniska kirkjubók, men tað hevur verið sera kostnaðarmikið. Tað ber ikki til hjá føroysku fólkakirkjuni at kopla seg upp á ta donsku, tí so rennur hon seg í móti skrásetingarlógini í Føroyum, sum sigur, at tílíkir upplýsningar ikki mugu av landinum. Men ikki allastaðir í Danmark er persónsskrásetingin hjá presti. Í Suður-Jútlandi er skrásetingin fyri fødd og deyð hjá borgarligu myndugleikunum, sum stavar frá tí, tá Suður-Jútland var undir Týsklandi. Og tað er onki ynski, hvørki frá borgarligu ella kirkjuligu myndugleikunum í Suður-Jútlandi at fáa hetta broytt.
So framvegis í dag, sita prestar í Føroyum og føra upplýsningar inn í kirkjubøkurnar við penni.
Tað heldur prestur er púra burturvið, og hann heldur eisini, at tað er óneyðugt at fara í holt við at útvega fólkakirkjuni sína egnu føroysku og sera dýru skipan, tá tað sita fólk í Fólkayvirlitinum, sum eru sett til tað sama arbeiðið og hava ta røttu útgerðina, sum skal til.
- Kirkjan sjálv hevur ikki teir neyðugu pengarnar heldur sum ein tílík skipan kostar.
Lat okkum tí, í samband við yvirtøkuna av føroysku fólkakirkjuni, fáa borgarligu skrásetingina til Fólkayvirlitið, tí tey hava tíð, umstøður og útgerðina, sum skal til. Tey eru sett til tað sama, sigur Niels Pauli Danielsen
Hann leggur afturat, at um ein fer til Fólkayvirlitið og sigur teimum eitt navn, so finna tey viðkomandi og allar upplýsningar um viðkomandi beinanvegin, men soleiðis er ikki í kirkjubókunum.
- Tað er komið so ofta fyri, at eg havi verið noyddur at ringja til Fólkayvirlitið og spyrja tey, um upplýsningar, sum tey í veruleikanum, sum skipanin er í dag, áttu at ringt til mín at fingið, sigur Niels Pauli.
Náa ikki alt
Niels Pauli sigur eisini, at hesin parturin av prestastarvinum er sera tíðarkrevjandi. Hann greiðir frá, at um ein pettar alt út, so er næstan ein navnabroyting um dagin í hansara øki. Tað kemur av, at inntil 1. juli 1989 vórðu allar føðingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skrivaðar í kirkjubókina í Klaksvík. Tað innibar allar Norðoyggjar og ein stóran part av Eysturoynni eisini. Og flestu fólk, sum liva í dag, eru fødd áðrenn 1. juli 1989, og tí eru framvegis sera nógv skrásetingar arbeiði av ymsum slag.
Í dag verða nýføðingar skrásettir, har mamman býr, men so var ikki áðrenn 1989.
Eitt annað, sum eisin hevur ført nógv eyka arbeiði við sær, er nýggja navnalóggávan.
- Teir viðtaka bara har suðuri, uttan at hugsa um, hvat tað er fyri byrðu, teir leggja á herðarnar hjá prestunum, sigur Niels Pauli Danielsen, og leggur afturat, at hóast prestar sjálvandi hava umsitingarligt starv at røkja, so er teir ikki settir at gera skrivstovuarbeiði fyri tað almenna.
Sálarøktin hevur eisini vundið sera nógv upp á seg seinnu árini, og sóknarpresturin, sum hevur verið prestur í Føroyum í meira enn tríati ár, sigur, at tað er ein onnur tíð nú. Prestar hava øgiliga nógv at gera við at tosa við fólk og serliga lurta eftir teimum eisini. Teir hava eisini heimavitjanir, har teir ganga til fólk, sum eru óhjálpin og sita nógv einsamøll.
- Alt hetta er skjótt at forsøma, tí tað ber til at útseta tað. Og so røkir ein prestur ikki sítt starv til fulnar, um hann ikki eisini tekur sær tíð til tað, sigur Niels Pauli, sum heldur, at tað átti ikki at verið meira enn 600 sóknarbørn til hvønn prestin. Tað, veit hann at siga, er til dømis í Hollandi.
- Útyvir alt hetta er so sjálvandi ikki at gloyma prædikurnar til gudstænasturnar og bønarløturnar á sjúkrahúsinum, ellis ? og røktarheimunum og annað. So eg eri sannførdur um, at tað vildi lætt ein stóran part um hjá prestum, um borgarliga skrásetingin fór til Fólkayvirlitið, har hon jú í veruleikanum hoyrir heima, sigur Niel Pauli Danielsen at enda.