Borgarstjórar standa fyri skotum í Løgtinginum

Jørgen Niclasen, undrast á, at borgarstjórar ikki vilja hava ein møguleika

Tað einasta, hetta syr seg um, er at geva kommununum møguleika at geva teimum lægstløntu ein skattalætta.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at geva kommununum loyvi til at hækka botndrádráttin í skattinum.

 

Í løtuni kunnu fólk rinda 30.000 krónur uttan at rinda kommunuskatt, men Fólkaflokkurin hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum møguleikan til at hækka tað upp í 65.000 krónur, tí so eru botnfrádráttirnir í kommunuskattinum teir somu sum í landsskattinum.

 

Tað fer at geva kommununum møguleikan til at hækka botnfrádráttin, vilja tær geva teimum lægstløntu ein skattalætta, tí summi av teimum, sum tjena allarminst, rinda ikki landsskatt, bara kommunuskatt.

 

Løgtingslimir fyri andstøðuna vísa á, at sostatt er hetta eitt gylt høvi til at veita teimum lægst løntu ein skattalætta, eitt nú pensjónistum og skúlanæmingum, sum forvinna sær nakrar krónur.

 

Men í samgonguni taka tey ikki undir við hesum, og eitt, tey vísa á, er kommunur eru ikki so altráðar eftir at fáa hendan møguleikan, tí tær stúra fyri at tað fer at geva størru kommunum ein fyrimun í kappingini um at draga fólk til sín.

 

Í samgonguni eru tveir borgarstjórar, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Pauli Trónd Petersen í Vestmanna. Og Jørgen Niclasen undraðist á, at teir teir skúgvaðu møguleikan at áseta botnfrádráttin, frá sær.

 

Hann vísti á, at tað er eingin sum sigur, at teir skulu brúka møguleikan, men hann vildi hava teir á tingsins røðarapall at vátta, at teir ikki vildu hava møguleikan at kunna hækka botnfrádráttin, skuldi kommunustýrið komið ásamt um at veita teimum lægstløntu ein skattalætta.

 

Umframt teir báðar borgarstjórarnir, eru tríggir kommunustýrislimir í samgonguni, nevniliga Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, Bjarni Hammer, býráðslimur á Tvøroyri og Hanna Jensen, býráðslimur í Eysturkommunu.

 

Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, heldur, at talan er um eitt gott uppskot. Men hon helt, at tað skuldi síggjast í eini heild og andstøðuflokkarnir hava alt annað enn víst viljan til at samstarva við samgonguna. 

 

Um eina løtu kanst tú lesa um, hví Pauli Trónd Petersen heldur, at tað er skeivt at taka undir við uppskotinum um at geva kommununum møguleikan at hækka botnfrádráttin.