Borgarstjóri heldur jól á Ekofisk Bravo

- Tað er sera harmiligt, soleiðis sum eldraøkið her suðuri pínist, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu.

 

 

Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu, fegnast um, at kommunan í hesum valskeiði hevur gjørt nógv fyri trivnaðin, soleiðis at tað er vorðið enn meira liviligt hjá borgarunum.

- Harumframt hava vit lagt dent á kloakkir, drekkivatn og vegir í kommununi, sum eru vorðnir asfalteraðir. 

Men, hvat fer so at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði, nú kommunuval verður neysta heyst?

- Vit hava sum so eingi stór mál á skránni í komandi ári. Sjálvsagt eru vit vitandi um, at tað er valár, men vit hava havt nógv jørn í eldinum seinastu árini. So, árið 2020 verður kommunan rikin við lágum blussi, sum Eyðbjørn Thomsen tekur til.

Hvat er tað keðiligasta, sum er hent í 2019?

- Kommunalt er eingin ivi. Eldraøkið her suðuri pínist, og tað er ikki so nógv, sum kommuna fær gjørt við tað í løtuni. Hetta er sera harmiligt fyri okkara eldru borgarar, sigur borgarstjórin.

Eyðbjørn Thomsen sigur, at tað hava nógvar góðar løtur verið í árinum, sum nú gongur móti endanum, men hann hevur ikki hug til at taka nakra einstaka løtu fram um aðra.

Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár?

- Sum tað sær út í løtuni, so verða jólaaftan og 1. jóladagur hildnir á Ekofisk-feltinum umborð á Ekofisk Bravo, og síðan sleppi eg væntandi heim 2. jóladag, sigur borgarstjórin í Sumbiar kommunu, Eyðbjørn Thomsen.