Nývaldi borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, hevði heiðursplássið, tá árliga Gay Parade varð hildin í Reykjavík í leygardagin. Nýggja rákið er, at tey samkyndu savnast saman til paradur runt um í heiminum, og eitt av støðunum er Reykjavík.
Leygardagin var so 10. Gay Parade hildin í íslandska høvuðsstaðnum, og sigast má, at undirtøkan var góð.
Fyri tveimum mánaðum síðani ella so varð stand-up komikarin, Jón Gnarr, valdur til borgarstjóra í Reykjavík, og ikki kann sigast annað enn, at hann skilir seg burtur úr øðrum politikarum. Hann setti stevnuna hósdagin klæddur í drag. Og hann hevði eisini fingið hiðursplássið í sjálvari paraduni leygardagin.
Aftan á tveimum politi motorsúklum fylgdu níggju »dikes on bikes« (dikes er slang fyri samkyntar kvinnur), fylgdar av hornblástri og flaggberarum, og síðani fyrstur í sjálvari paraduni kom borgarstjórin ? eisini hesaferð klæddur í drag.
Tað skal tó sigast, ay borgarstjórin ikki sjálvur er samkyndur.
So smeyg sær kilometur langa paradan framvið akkompanierað av tónleiki av alskyns slag. Allir teir 10-12 lastbilarnir høvdu sín egna tónleik og sítt egna tema við samkyndum kvinnum og monnum, ungum sum gomlum. Og í halanum koyrdi ein trailari við einum rundum, reyðum palli, sum hydrauliskt varð trýstur upp og loraður niður, og á toppinum ? somuleiðis í reyðum ? stóð íslendski luttakarin í europeiska Grand Prix, Páll Oskar, ið sjálvur er samkyndur.
Eini túsund fólk vóru við í sjálvari paraduni, meðan eini 60-70.000 fólk antin marsjeraðu við ella hugdu at.
Gay Parade varð feirað alla náttina í Reykjavík.