Borgarstjórin í Havn vil byggja høll til allar føroyingar

Skal ein stór høll byggjast í Havnini, sum kann rúma bæði landsdystum í fótbólti, øðrum ítróttargreinum, stórum handilsstevnum og alskyns øðrum tiltøkum, sum krevja nógv pláss.

Ella skal Tórshavnar Kommuna byggja eina høll til innandura fótbólt?

Tað eru tveir spurningar, sum Tórshavnar Býráð skal taka støðu til í annaðkvøld.

Býráðið arbeiddi í 2004 og 2005 við eini ætlan um at gera fótbóltshøll niðan móti Villingardali.

Ætlanin var tó fyribils slept av tí at fleiri líknandi verkætlanir vóru í umbúna kring landið.

Men nú vil Heðin Mortensen, borgarstjóri, hava býráðið til at taka støðu til um ein stór høll, við fleiri brúksmøguleikum skal byggjast í Havnini, heldur enn bert vanliga fótbóltshøll. Hendan høllin skal byggjast í Villingardali, har ætlanin var at byggja fótbóltshøll í sínari tíð.

Hann heldur, at Havnin, og allar Føroyar, mangla eina eina stórhøll við nógvum áskoðaraplássum, sum kann brúkast til alskyns tiltøk.

Og hann heldur, at Tórshavnar kommuna eigur at ganga á odda at útvega Føroyum eina slíka stórhøll.

- Stórhøllin skal hava fótbóltsvøll til kappingardystir, landsdystir og venjing. Harumframt skal høllin kunna hýsa øðrum ítróttagreinir og alskyns stórum finalum og størri altjóða kappingar.

- Eisini skal stórhøllin vera karmur um størri heimlig og altjóða tiltøk, bæði handilsstevnur og ráðstevnur og mentanarlig tiltøk sum stórar konsertir og framsýningar og hon skal eisini kunnua brúkast til stór átrúnaðarlig møti.

Borgarstjórin leggur dent á, at stórhøllin skal vera fyri allar føroyingar.

- Tí eigur býráðið at kanna ymiskar møguleikar at fáa fígging frá almennum og privatum grunnum í Føroyum og uttanlands, sigur hann.

Nú vil hann hava býráðið at samtykkja, at mentanarnevndin hjá býráðnum fær málið til víðari viðgerð.

Men hetta verður ikki einasta uppskotið um stórhøll, sum Býráðið fær at taka støðu til í annaðkvøld.

Minnilutin í býráðnum, sum eru Sjúrður Olsen , Boði Andreasen, Jan Christiansen, Vagnur Johannesen og Annfinn Brekkustein hava reist málið um at byggja eina fótbóltshøll á Vatnaskarði og tað málið skal eisini viðgerðast í annaðkvøld.

Onnur tekningin vísir, hvussu stórhøllin kann hugsast at fara at síggja út og hin tekningin vísir, hvussu hon kann hugsast at taka seg út í lendinum.