Borgarstjórin í New York stuðlar Bernie Sanders

Bill de Blasio stuðlar Bernie Sanders, tí hann stríðist fyri arbeiðandi familjunum og kann vinna á Donald Trump.

Borgarstjorin í New York City Bill de Blasio stuðlar tí vinstrasinnaða senatorinum Bernie Sanders í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum.

Tað upplýsti hann í gjár.

– Eg stuðli Bernie, tí hann stuðlar arbeiðandi familjunum og hevur altíð gjørt tað, segði Bill de Blasio í eini fráboðan sambært CNN.

– Newyorkarar kenna alt ov væl skaðarnar av fremmandahatrinum hjá Donald Trump, snævurskygni hansara og fyrilitarloysi hansara. Bernie er tað valevni, sum kann vinna á honum.

Bill de Blasio stendur seg væl millum tey svørtu í New York.

Bernie Sanders er sjálvur »errin« yvir at hava stuðul frá Blasio.æ

– Bill de Blasio, borgarstjóri, veit, at einasti mátin, vit kunnu vinna á Donlad Trump er, at vit sameina fólk við øllum bakgrundum kring eina dagsskrá, sum vendir sær til tørvin hjá arbeiðandi familjunum, sigur Bernie Sanders í eini fráboðan sambært CNN.

– Jane (Kona Sanders, Jane O’Meara Sanders) og eg vuksu upp í Brooklyn, og vit eru so errin av at hava stuðul frá einum borgarstjóra í New York sum hvønn dag stríðist fyri at bøta um lívið hjá fólkinum í býnum.

Sambandið millum Bernie Sanders og Bill de Blasio er eldri enn hetta valstríðið. Milum annað tosaði Sanders, tá Bill de Blasio varð innsettur sum borgarstjóri í 2018.

Bill de Blasio, sum eftir ætlan skal føra valstríð saman við Bernie Sanders í Newada upp undir undanvalið har 22. februar, er tað fyrsta fyrrverandi valevni at stuðla Sanders.

Bill de Blasio tók seg aftur sum valevni fyri Demokratarnar í september í fjør.

Tað gjørdi hann, eftir at tað ikki eydnaðist honum at fáa nóg nogvan stuðul til at taka lut í sjónvarpskjakinum hjá Demokratunum.

Samstundis varð funnist at honum fyri ikki at kunna røkja starvið sum borgarstjóri í New York í valstríðnum.

/ritzau/