Borgarstjórin í Vági vónbrotin

? Eg taki hetta ikki sum eitt persónligan ósigur, men hetta var ein ósigur fyri Suðuroy sum heild, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri

Skúladepil og røktarheim

? Eg má viðganga, at eg eri vónbrotin.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági ásannar, at hennara allarfyrsti fundur á odda fyri Vágs Býráðið, gekk milt sagt ikki eftir vild hjá henni.
Størsta avgerðin á fundinum var, at býráðið samtykti at halda fast um, at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági. Sostatt vil Vágs Býráð ikki tosa við landsstýrið um at gera ein skúladepil í Hovi. Býráðið er einans sinnað at tosað við Vágs Býráð um at byggja røktarheim í Suðuroy.
? Hetta var eitt vónbrot, tí eg haldi ikki at vit vita ítøkiliga, hvørjar ætlanirnar eru. Vit hava tikið eina avgerð, uttan at vit hava kannað allar møguleikar og tað haldi eg, er skeivt.
Sostatt heldur hon, at býráðið hevur tikið støðu í málinum uttan at tað er lýst út í æsir.
? Samstundis standa vit í teirri støðu í Suðuroy, at tað er stórt trot á almennum størvum og serliga er trotið stórt á størvum til konufólk.
Hon sigur, at eitt røktarheim hevði givið nógv størv til konufólk.
? Tí áttu vit atgjørt at tosa við landsstýrið fyri at vita, hvørjar ætlanirnar eru við einum skúladepli í Hovi og røktarheimi í Vági. Tá ið vit høvdu fingið greitt at vita, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevði, kundi so býráðið tikið eina endaliga støðu.
Sjálv mælti hon býráðnum til at taka upp samráðingar við landsstýrið um málið, men ein meiriluti av býráðnum vildi tað øðrvísi ogsamtykti at halda fast um at skúlin skal byggjast í Vági.
--? Eg visti at tað fór at verða hips um haps, ti eg visti, at fleiri av býráðslimunum, sum eisini sótu í undanfarna býráði, fóru at standa við sína støðu. Eg visti eisini, at summir av teimum nývaldu vóru ivingarsamir og úrslitið varð so sum tað var.
Var tað kravgongan sum gjørdi munin?
? Kanska hon gjørdi munin hjá onkrum!

Ein ósigur fyri Vág og Suðuroy sum heild
Helst hevur hon havt varhugan av, hvønn veg tað bar, tí áðrenn málið kom til viðgerðar, royndi hon at fáa tað útsett til næsta fund.
Til tá skuldi so býráðið tosa við landsstýrið fyri at fáa nærri at vita, hvørjar ætlanirnar vóru.
Men eisini tað uppskotið varð felt og sostatt varð hon tvær ferðir stemmað niður í málinum um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági.
? Eg taki hetta ikki sum ein persónligan ósigur. Men eg haldi, at hetta var ein ósigur fyri Vágsbygd og allar Suðuroynna sum heild.
Hon vísir á, at spurningurin um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági er ikki ein spurningur, sum viðkemur vágbingum einsamøllum. Heldur ikki spurningurin um miðnámsskúla er ein spurningur, sum viðkemur vágbingum einsamøllum.
? Vágbingar eiga ikki miðnámsskúlan einsamallir. Hann er fyri alla oyna og fyri alt landið og tí er tað skeivt av Vágs Býráði at viðgerða málið sum um at hetta er eitt mál fyri Vág burturav.

Ikki ráð
Spurningurin er hvat fer at henda á eldraøkinum í Vági.
Kirstin Strøm Bech ásannar, at tað er ógvuliga avmarkað, hvat kommunan hevur ráð til einsamøll, tí inntøkurnar eru so nógv minkaðar.
? Vit fáa ikki tikið lán og einsamøll hava vit undir ongum umstøðum ráð til at byggja røktarheim ella ellisheim.
? Skulu vit tosa um at byggja sambýlið út, ber kommunan einsamøll meginpartin av kostnaðinum til byggingina og hon skal eisini betala ein part av rakstrinum. Og sum støðan er nú, liggur eisini tað nakað langt frammi í tíðini at byggja sambýlið út.
? Var talan um eitt røktarheim, skuldu allar kommunurnar í Suðuroy betalt 50% av byggingini í felag, samstundis sum landsstýrið hevur boðað frá, at tað er sinnað at finna eitt fíggingarmynstur sum gjørdi, at kommunurnar hava ráð at vera við.
Harafturat betalir betalir landið einsamalt allan rakstrinum av einum røktarheimi.
? Tí haldi eg at tað hevði verið sera áhugavert at vita ítøkiliga, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevði og, hvussu landsstýrið hevði hugsað sær, at kommnunurnar kundu fíggja eitt røktarheim, sigur Kirstin Strøm Bech.
Hon fer nú at boða landsstýrinum frá støðuni hjá Vágs Býráð.Og hon er, at býráðið heldur fast um, at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági,men at býráðið vil hava fund við landsstýrið um at byggja røktarheim í Suðuroy.
? So fáa vit at síggja, hvørja støðu, landsstýrið hevur til tað, sigur hon.