Fyrr í vikuni varð Jákup á Borg settur sum nýggjur venjari í B68. Beint eftir venjingina fyrrapartin vitjaði borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, á Svangaskarði, har skipað varð fyri einum kaffifundi saman við leiðsluni í B68.
Her nýtti borgarstjórin vegna kommununa høvi til at bjóða nýggja venjaranum hjartaliga vælkomnum og ynskti honum og felagnum blíðan byr at byggja víðari á tað, sum Øssur Hansen og onnur góð fólk í felagnum hava framt seinastu árini.
Borgarstjórin segði, at Svangaskarður og B68 er ein stórur partur av samleikanum hjá bygdafólkinum, sum stendur saman um ítróttarfelagið og fer av fullum huga at stuðla flaggskipinum í B68, nú fyrsti dysturin við nýggja venjaranum verður í morgin.
Dysturin verður ímóti EB/ Streymi á heimavølli.
Jákup á Borg takkaði hjartaliga fyri móttøkuna, sum hann hevur fingið á Svangaskarði, bæði frá leiðsluni í felagnum, leikarunum, hjálparfólkunum og øðrum á Toftum.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu í dag verður sagt, at venjarin hevur góðar vónir.
- Hann bæði vónar og væntar, at nógv viðhaldsfólk fara at møta til dystin í morgin, og hann leggur dent á, at tað hevur ovurstóran týdning fyri liðið, at viðhaldsfólkini møta upp og stuðla liðnum sunnudagin, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.