- Hetta ber als ikki til, og eg havi tí kallað inn til ein kreppufund um. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Tað, hann vil hava kreppufund um, er, at Strandferðslan nú ætlar at skerja samferðsluna út í Hest. Tað, sum liggur í kortunum, er, at túrarnir klokkan 14.30 týsdag, mikudag, hósdag og sunnudag eru tiknir burtur og postrutan klokkan 08.45 er vorðin tilkalling.
Hann spyr um politikarar í Suðurstreymoy snorksova ímeðan tað almenna gongur undan at avtofta hest Me tað, sum órógvar hann enn meira, er, at ikki ein av borgarstjórunum í Sandoynni, sum hava mótmælt at siglingin í Sandoy verður skerd, hava nevnt Hest við einum einasta orði. - Tað er, sum oyggin ikki er til í teirra hugaheimi,sigur hann. Hann sigur, at hann nú vil hava fund við stjóran á Strandferðsluni og landsstýrismannin í vinnumálum um siglingina út í Hest. - Tað er rætt, at fólkatalið í Hesti er minkað nógv seinnu árini, og meðalaldurin nærkast skjótt pensjónsaldri. - Vinnuligt arbeiði er at kalla onki, so tað er greitt, at bygdin og oyggin hevur stórar avbjóðingar fyri framman. - Men so leingi vilji er at gera nakað, eigur tað almenna ikki at ganga undan at avfólka bygdina, sigur Heðin Mortensen. - Sum er sova fleiri fastbúgvandi ikki í oynni, tí hjá tí, sum arbeiðir fulla tíð í Havn, er tað púra vónleyst at koma úr oynni og aftur í oynna sama dag, - Tí er tað so ómetaliga einfalt:Skulu fólkini fáast at búgva fast í oynni, er trupuleikin stórt sæð loystur við eini tilkallingarskipan, sigur borgarstjórin.
|