kki kann væntast, at útróðrarmaðurin Mortan Egholm í Klaksvík metir trítalið at vera eitt eydnutal. Bátur hansara, Borgin, er nevniliga raktur av trimum óhappum í seinatuni, og tað triðja gjørdi, at báturin varð mettur at vera vrak.
Sóu royk
Mikumorgunin í farnu viku klokkan 6:00 vórðu boð send eftir løgregluni, tí fólk høvdu sæð ógvusligan royk koma frá tí 27 fót stóra glastrevjabátinum Borgini, ið lá við bryggju í Klaksvík. Sløkkiliðið kom á staðið beinan vegin og basti eldinum. Men Borgin fekk stóran skaða, og er mett at vera vrak. Alt stýrhúsið er brent burtur og maskinrúmið hevur eisini fingið stóran skaða.
Løgreglan sigur seg ikki enn hava staðfest orsøkina til eldin, men roknað verður við, at eldur er komin í av einari gassfløsku.
Sakk við bryggju
Ikki er tað langt síðani, at Borgin sakk við bátabrúgvarnar í Klaksvík, full av fiski. Mortan Egholm var tíðliga um morgunin komin aftur av útróðri, og hevði fingið uppí bátin. Av tí at hann var komin so tíðliga til lands, var uppboðssølan ikki latin upp, og hann fór tí heim at fáa sær ein blund, áðrenn uppboðssølan læt upp klokkan 8:00. Men tá Mortan Egholm kom aftur til bátin, lá hann sokkin niður við bátabrúgvarnar.
Borgin varð tikin upp aftur á flot, og Mortan Egholm fór aftur at rógva út við henni. Men aftur var hann fyri óhappi, tá báturin rendi á land á Kalsoynni. Nú kom so eldur í bátin, og hann gjørdist vrak.