Eitt av best kendu týsku bilmerkjunum frá tíðini áðrenn og eftir seinna heimsbardaga, Borgward, fær nú comeback við einum heilt nýggjum Borgward BX7
Gongst sum ætlað kemur tað fyrr so kenda týska bilmerki, Borgward, aftur á marknaðin. Borgward var ein týsk bilverksmiðja, sum varð stovnað í 1920-unum av Bremen av Carl F. W. Borgward. Ein av best kendu Borgward var Isabella, sum varð væl umtóktur og tann mest seldi av øllum Borgward modellunum.
Men í 1961 var Borgward ævintýrið í Bremen liðugt, tá verksmiðjan fór á húsagang.
Í 1963 varð verksmiðjan seld til Mexico, har framleiðslan av Borgward Isabella og P100 helt fram til 1970. Borgward konsernin framleiddi bilmerkini: Borgward, Hansa, Goliath og Lloyd.
Tað er abbasonur Carl Borgward, Christian Borgward, sum hevur ætlanir um at koma á marknaðin aftur við bilmerkinum Borgward. Christian Borgward hevur savnað ein bólk av investorum, sum eru til reiðar at seta kapital í Borgward verkætlanina.
Nýggi Borgward varð sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í 2015.
Fyrsti bilurin verður ein Borgward BX7, sum eftir ætlan kemur á marknaðin í 2016. Talan er um ein væl útgjørdan luksus SUV.