Boring á Glyvursnesi
Í síðstu viku byrjaði ein 600-700 m djúp granskingarboring á Glyvursnesi. Boringin er ein liður í einum størri Sindri verkætlan har Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS) er fyristøðufelag fyri sjálvum boriarbeiðinum og loggingini. Føroya Jarðfrøðisavn (JFS) luttekur í arbeiðinum sum undirveitari og skal geva sítt íkast við m.a. kjarnulýsingum.
Tá Sosialurin vitjaði á boristaðnum mánadagin var landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør eisini har. Tá høvdu teir borað umleið 140 metrar niður og høvdu tikið hópin av kjarnuroyndum, sum síðani verða analyseraðar av eitt nú serfrøðingum á Jarðfrøðissavninum. Hóast talan er um eina vísindaliga boring, har tað ikki verður leitað eftir olju ella gassi, so heldur Eyðun Elttør, at nettupp henda kanningin er av stórum týdningi fyri framtíðar leitingina við Føroyar. Júst tí at stórur partur av føroyska landgrunninum er fjaldur av einum tjúkkum lagi av basalti er tað týdningarmikið fyri víðari leitingina at kunna skilja basaltið betri fyri harvið við seismiskum bylgjum betri at kunna "síggja" niður undir basaltfláirnar, har tað vónandi finnast stórar olju- og gasskeldur. Nettupp tí at fleiri ella flestu av økjunum við Føroyar, sum verða framtíðar leitiøki, eru fjald av basalti, er tað so umráðandi longu nú at fáa meiri vitan um basaltið.
Landsstýrismaðurin fegnast um tað samstarvið, sum er komið í lag við Sindri og vónar hann, at hetta kann koma at hjálpa okkum at koma nærri svarinum, um tað finnast olju- og gasskeldur á føroyska landgrunninum. Oljumálaráðið fylgir í hvussu er kanningunum við stórum áhuga. -Nú vit eina ferð í framtíðini skulu til at taka støðu til eina møguliga nýggja útbjóðing og tá oljufeløgini, sum hava 9 ára loyvi skulu taka støðu til møguligar boringar, so eru hesar kanningarnar á Glyvursnesi av alstórum týdningi sigur landsstýrismaðurin
Tað eru tveir persónar, sum hava sera gott innlit í føroyska jarðfrøði og til jarðfrøði sum heild, sum standa fyri kanningini. Nú tað er Geus, sum er fyristøðufelag er tað eisini eitt av teirra fólkum, Regin Waagstein, sum er projektleiðari. Harumframt er Claus Andersen frá Jarðfrøðissavninum eisini við í arbeiðinum umframt onnur á savninum.
Talan er um eina rættiliga stóra verkætlan, sum umframt hesa boringina á Glyvursnesi eisini fevnir um seismiskar kanningar á Nólsoyarfirði. Mett verður, at Glyvursnes og Nólsoyarfjørður eru ideell tvs. sampakka væl saman til eina boring á landi og so seismiskar kanningar í havinum. Her fær tú nakað, sum líkist eini paralellari synergieffekt.
Sosialurin skilur, at samlaða upphæddin fyri verkætlanina, sum fer at vara í hálvt fjórða ár, er einar 10 mill.kr.
Tað er tað finska borðifelagið Suomen Malmi OY, sum stendur fyri boringini. Felagið hevur drúgvar royndir við kjarnuboringum í hørðum jarðgrýti í samband við námsvinnu og forkanningum fyri goymslu av geislavirknum burturkasti í Finnlandi og Svøríki. Henda boringin verður væntandi liðug til jóla.
Endamálið við sjálvari boringini er at fáa nýggja vitan um teir fysisku eginleikarnar í basalti, tvs. hvussu tað kann transmitera seismiskar bylgjur. Basalt er nevniliga ikki homogent tvs. eins allan vegin. Onkunstaðni er tað sera massivt og fínkornað, aðrastaðni er tað poknut. Tað veldst eisini um innskot og forskjótingar í jarðløgunum. Trupulleikin við basalti í dag er tann, at tað er sera torført við vanligum seismiskum bylgjum at gera sær eina mynd av, hvussu tað sær út undir basaltinum. Fyri at kunna fáa neyvari og betri seismiskar kanningar gjørdar og harvið meira álítandi úrslit er neyðugt at skilja basalti betur.
Talan er um rættiliga einastandandi kanningar, sum ikki eru gjørdar áður í sama mun. Nakað er borað í sambandi við stóra "Ocean Drilling Programm", har tað m.a. eru gjørdar kanningar og boring á Vøring háslættanum út fyri Miðnoreg. Men sum skilst er hetta fyrsta kanning í heimshøpi av sínum slag og tí verður hon eisini eygleidd við sera stórum áhuga í oljuheiminum. Nógva aðrastaðni í heiminum, har leitað verður eftir olju, eru somu trupulleikar við basalti.
Nú verða so sjálvar borikjarnurnar kannaðar, og eftir tað verða gjørdar fysiskar kanningar niðri í sjálvum boriholinum.
Sindri bólkurin, sum fíggjar kanningarnar, er myndaður av teimum oljufeløgum, sum hava leitiloyvi á føroyskum øki. Aðalmálið er at seta í verk jarðfrøðiligar kanningar, sum kunnu fáa týdning fyri framtíðar kolvetniskanningar, sum liggja uttan fyri tað núverandi loyvissøkið. Luttakandi feløgini í Sindri eru: Agip, Amerada Hess, Statoil, BP, DONG, Atlantic Petroleum, Phillips, Shell, Anadarko, Petro Canada, Føroya Kolvetni og British Gas.
Jarðfrøðissavnið er eisini umboðað í Sindri stýrisbólkinum. Atlanticon er umsitingardepil hjá Sindri.