Boripallurin Stena Don á veg til Føroya

Boripallurin, sum skal bora fyri Statoil-samtakið á føroyskum øki í summar, er nú á veg til Føroya.

Pallurin verður væntandi í Føroyum leygardagin, tann 8. juli. Farið verður fyrst inn á Nólsoyarfjørð, har onkrar smávegis broytingar skulu gerast við m.a tólini umborð. Har verður pallurin liggjandi í einar 3 dagar, áðrenn leiðin verður løgd út á Brugduøkið, har borast skal.

Pallurin kemur frá Heidrun feltinum í Norra. Ætlanin var, at hann fyrst skuldi inn til Kristianssund, áðrenn hann kom til Føroya, men Statoil hevur avgjørt heldur at fáa pallin til Føroyar at gera hetta arbeiðið.

Tað hevur alla tíðina ligið í kortinum, at pallurin skuldi koma til Føroya tann 1. august, men tað hevur nú eydnast Statoil at fáa pallin nakað fyrr. Rúni M. Hansen, stjóri á Statoil sigur, at tey nú vænta at byrjað verður at bora longu tann 13. juli. Tað kemur at taka einar tríggjar mánaðir at bora brunnin.

Sum skilst er hetta sera positivt fyri alla boriætlanina, tí at fáa ein pall at bora um okkara leiðir, tá farið er út í august mánað, er sera váðiligt. Eisini tí at talan er um eina spildurnýggja boriætlan, har tað fyri fyrstu ferð verður borað gjøgnum møguliga fleiri kilometrar av basalti. Tað kann gera, at boritíðin verður long, og tá komið er út í oktober og noveber, kann vera sera ilsligt á landgrunninum. Tað er tí ikki so løgið, at leiðslan í Statoil nú fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa pallin longu nú soleiðis at borurin kann setast í heilar tvær vikur, áðrenn upprunaliga ætlað. Sum blaðið skilur er so gott sum allir undirveitararnir funnir, tó at spurningurin um trygging av boringini enn liggur eftir at avgreiða. Tað verður ein av fyrstu døgunum.