Fyrrverandi russiski forsetin Boris Jeltsin er deyður. Hann var 76 ára gamal. Boris Jeltsin var forseti í Russlandi frá 1991 til 2000, og sum forseti var tað hann, sum gjørdi upp við kommunismuna og legði lunnar undir demokrati og marknaðarbúskap í Russlandi.
Boris Jeltsin fór upp í sovjetska kommunistaflokkin í 1961, og í 1985 setti Mikhail Gorbarjov, forseti, hann sum floksformann í Moskva. Tað starvið misti hann kortini tvey ár seinni.
Í 1996 fekk Boris Jeltsin skurðviðgerð fyri hjartað, og hann doyði eisini av hjartatrupulleikum.