Borurin rakti eitt helli við metangassi

Tað var eitt helli við metangassi, sum elvdi til spreingingina, ið gjørdi, at boripallurin Deepwater Horizon sakk í Meksikoflógvanum fyri skjótt 14 døgum síðani. Oljufelagið BP var í ferð við at bora eftir olju á meiri enn 1.500 metra dýpi, tá borurin rakti eitt helli við metangassi. Gassið fór upp ígjøgnum borisúluna og sprongdist, tá tað kom upp í endan á borisúluni og festi eld í boripallin.

Deepwater Horizon sakk góðar 100 fjórðingar í landssynning úr New Orleanc, og síðani hevur olja runnið út í sjógvin. 11 mans doyðu, tá pallurin sprongdist.

Tíðindastovan AP skrivar, at tað er ikki óvanligt at raka eitt helli við metangassi, tá borað verður eftir olju, men av einari ella aðrari orsøk elvdi gassið til eina vanlukku í hesum førinum.