Bosch tendriproppurin 100 ár

Neistin, ið setti ferð og menning á bilin, er vorðin 100 ár saman við Bosch samtakinum á baki

TENDRIPROPPAR Í 100 ÁR
Eirikur Simonsen

Ivaleyst er atvoldin til hetta átak tann framfýsni vinnulívs- og bilframleiðarin miðskeiðis í 1890?unum, Gottlib Daimler, sum aftan á drúgva starvstíð hjá Otto & Langenet fór í sjálvstøðuga vinnu við egnum verkstaði í byrjani av 1880?unum í býnum, Bad Cannstatt, uttan fyri Stuttgart. Her birtist tað hugskotið, at hann fór at royna seg við framleiðslu av 4-takt gassmotorum.
Men fyri at finna fram til ta tøkniligu loysnina, har tað flótandi brennievnið skal fara yvir í gassform og renna saman við luftini í røttum lutfalli, var góði vinur og arbeiðsfelagi Daimlers, Vilhelm Maybach ein stór hjálp, hann ikki hevði kunna verið fyri uttan.
Tann fyrsti bensinmotorurin við veruligum karburatorum, sum teir í felagsskapi mentu saman, hevði m. a. nevniliga eina gløðirørtendringsskipan. Í dag kann hetta sýnast rættuliga ?primitivt?, men við tátíðar eygum, sæð úr hesum tøkniliga framkomna sjónarhorni, var hetta sera ófatiligt og framúrskarandi.
Hesin motorur var fyrstu ferð ?mobilur? í 1886, tá hann var settur í ein hestavogn, og soleiðis var hetta byrjanin til, at hesturin varð avloystur. Hetta var fyrsta stevið til tað, ið nøkur ár seinni fekk navnið Automobil ella bara bilurin, sum vit siga.

Samstarv við Bosh
Gottlieb Daimler doyr longu í 1900, men fyritøkan, ið nú eitur »Daimler ? Motorengesellscaft« í Bad Cannstatt er longu í tøttum samstarvi við ein ikki minni týdningarmiklan persón, sum eisini hevur sína fyritøku í Stuttgart. Tað er Robert Bosch, ið júst hevur lagt seg eftir tí partinum av gransking, menning og framleiðslu innan ravmagn, og tí kann tað tykjast, at vera lagað manni hjá Bosch at finna ein avloysara fyri gløðirørið, sum als ikki var nøktandi.
Hettar byrjar við, at hin 7. januar 1902 fær Bosch patent upp á eina háspenningmagnet ? tendring við tilhoyrandi slóðbrótandi tendriproppi, har hesin hevur akkurát ta somu uppgávu í dag, sum fyri hundrað árum síðan, nevniliga at kveikja í brennievnið, sum er sett saman av bensini og luft inni í brennikamarinum í motorinum, men krøvini eru sjálvandi broytt við tí áhaldandi menning, ið er farin fram innan motortøkni, og tískil hevur tendriproppurin eisini broytt seg upp gjøgnum tíðina. Sum dømi kann nevnast, at upp á eitt tíðarskeið, sum var 20 ár, vóru ikki minni enn 20.000 ymisk frábrigdi framleidd. Og í dag hevur tú oman fyri 1250 sløg at velja í.

Tendriproppar av jørðini á mánan
Fyrsta framleiðslan av tendriproppum við tilhoyri fór øll sum hon var til Daimler fyritøkuna. Tað fyrsta árið framleiddi Bosch verksmiðjan umleið 300 tendriproppar ? hundrað ár seinni er árliga framleiðslan omanfyri 350 milliónir. Í 1914 var ein verksmiðja bygd í Stuttgart, har bert tendriproppar skuldu framleiðast. Og beint fyri annan verðaldarbardaga í 1939, verður tann stóra tendriproppaverksmiðjan í Bamberg tikin í nýtslu. Í 1968 eru longu ein milliard tendriproppar virkaðir, hetta bert í Bamberg, og 7 milliardir tilsamans í ár 2000. Seta vit allar hesar tendripropparnar saman aftan á hvønn annan, so er longdin heili 350.000 km, ella tað sama sum teinurin frá jørðini til mánan.

100 neistar um sekundið
Bosch hevur 98% av marknaðinum í Evropa. Hetta er galdandi fyri øll sløg av motorum, bæði á sjógvi, í luftini og á landi. Serframleiðsla av tendriproppum til keyparar, ið royndarkoyra alskyns nútíðar krevjandi motorar, setir stór krøv og er samstundis við til menningina av nýggjum tendriproppum. Vanligur tendriproppur, sum eru gjørdur eftir fyrisettum máli, hevur nakrar treytir at síggja fram til, eitt nú skal hann kunna lata frá sær 100 neistar fyri hvørt sekund. Ella íalt umleið 20 milliónir tendringar, fyri hvørjar 20.000 km, ið koyrt verður. Motorurin skal fara í gongd beinanvegin uttan nakað himpr, ganga væl í tómgongd, skjóta ferðøking og nýta minst møguligt av bensini. Alt hetta, óansæð veðurlíkindi, hetta eru bert krøv, allir bilánarar og aðrir, ið eiga motorar til onnur endamál seta.

Blýantur góð hjálp
Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina, so vóru krøvini heldur minni enn í dag, til dømis vóru flest allir smábátamotorar bensinmotorar. Tá var altíð ein blýantur til taks nærhendis, har kastið var til at vinda motorin ígongd við, men fyrst mátti »skriftast«, tað meintist við, at skriva ímillum gapið á tenriproppinum, so hesin tendraði betur, serliga tá motorurin var kaldur, tað hevði als ikki verið góðtikið í dag.
Sum dømi, kann nevnast, at tey fyrstu árini vóru bert nøkur fá eintøk virkað um dagin.
Nú hundrað ár eftir, framleiðir verksmiðjan ? bert í Bamberg ? eina millión tendriproppar um dagin. Til hettar fer nógv tilfar hvønn dag, eitt nú 29 tons av stáli, 700 kilo av kopari, 1.5 km nikkeltráður og 2,5 kg av platin, umframt 20 tons aluminiumoxid, ið verður brúkt til ta hvítu bjálvingina á tendriproppinum.
Nú eftir at øll hesi árini hava givið munandi royndir, rannsakan og gransking, er góðskan sjálvandi vorðin munandi betur. Brúkarin setur eisini krøv um longri nýtslutíð og eitt størri kilometurtal ímillum hvørt eftirlit av motorinum.
Her til er at siga, at tíðføri er farið upp til 100.000 km, áðrenn neyðugt er skifta út til nýggjar, so ikki annað kann sigast, enn at tað er við einum framúrskarandi úrsliti, ið Bosch hevur fingið í føðingardags gávu á hundrað ára degnum.