Bót fyri at rætta løg­regl­uni longu­tong

Ein maður stillaði seg mitt á vegin framman fyri løgreglubil og vildi ikki flyta seg

Ein maður skuldi gera seg upp fyri løgregluni og stillaði seg mitt á vegin framman fyri løgreglubilinum, har hann vísti longutong fleiri ferðir. Tað endaði við, at maðurin varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fekk eina bót fyri tað.

Í gjár varð løgreglan eisini boðsend eftir ein kvinnu, sum var sovnað á einum skeinkistað, sum hevði biðið um hjálpt til tað. Men tá løgreglan kom á staðið, tá var kvinnan farin.

Í nátt varð løgreglan boðsend til eitt uppihaldsstað, har misnýtarar eru. Ein patrulja fór á staðið, men tað vísti seg ikki at vera so álvarsamt kortini og at talan helst var um eina misskiljing millum starvsfólk og búfólk.