HM: Danmark vann greiðan sigur á Grikkalandi

Italia vann 5-4 á Ísrael, og Svøríki snávaði móti Kosovo

Mynd: Ritzau Scanpix

Sjey dystir eru leiktir í HM-undankappingini kring Evropa í kvøld.

 

Í bólki B stendur illa til hjá Svøríki. Í kvøld taptu svenskarar 0-2 fyri Kosovo á útivølli. Í sama bólki vann Sveis greiðan 3-0 heimasigur á Slovenia. 

 

Aftaná tvey umfør í bólki B er Sveis oddalið við seks stigum. Kosovo hevur trý stig, meðan Svøríki og Slovenia hava eitt stig hvør. 

 

10. oktober verður leikt soleiðis: Svøríki-Sveis og Kosovo-Slovenia. 

 

Í bólki D reisti Danmark seg aftaná 0-0 javnleikin móti Skotlandi í Parkini farna fríggjakvøld. Í Athen vann Danmark ein greiðan og fult uppibornan 3-0 sigur á Grikkalandi. Í sama bólki vann Skotland 2-0 á Belarus.

 

Aftaná tvey leikumfør í bólki D hava Danmark og Skotland fýra stig hvør. Grikkaland hevur trý stig, meðan Belarus einki stig hevur.

 

9. oktober verður leikt soleiðis: Belarus-Danmark og Skotland-Grikkaland.

 

Í bólki I vann Italia í einum sera málríkum dysti í Debrechen í Ungarn 5-4 á Ísrael. Italia økti til 4-2 í 81. minutti. Átta minuttir seinni hevði Ísrael javnað til 4-4. Men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Sandro Tonali sigursmálið til 5-4. Tað ótrúliga var, at tvey av málunum hjá Ísrael vóru sjálvmál. Í annaðkvøld klokkan 19.45 tekur oddaliðið, Noreg móti Moldova á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

 

Noreg er fremst í bólkinum við 12 stigum fyri fýra dystir. Italia hevur níggju stig fyri fýra dystir, meðan Ísrael hevur níggju stig fyri fimm dystir. Estland er næstaftast í bólkinum við trimum stigum, meðan Moldova er aftast í bólkinum við ongum stigi. Estland hevur leikt fimm dystir, og Moldova hevur leikt fýra dystir.

 

11. oktober verður leikt soleiðis: Noreg-Ísrael og Estland-Italia. 

 

Kosovo-Svøríki 2-0 (2-0)

1-0 Elvis Rexhbecaj ('26 )

2-0 Vedat Muriqi ('42 )

 

Sveis-Slovenia 3-0 (3-0)

1-0 Nico Elvedi ('18 )

2-0 Breel Embolo ('33 )

3-0 Dan Ndoye ('38 )

 

Grikkaland-Danmark 0-3 (0-1)

0-1 Mikkel Damsgaard ('32 )

0-2 Andreas Christensen ('62 )

0-3 Rasmus Højlund ('81 )

 

Belarus-Skotland 0-2 (0-1)

0-1 Che Adams ('43 )

0-2 sjálvmál ('65 )

 

Ísrael-Italia 4-5 (1-1)

1-0 sjálvmál ('16 )

1-1 Moise Kean ('40 )

2-1 Dor Peretz ('52 )

2-2 Moise Kean ('54 )

2-3 Matteo Politano ('59 )

2-4 Giacomo Raspadori ('81 )

3-4 sjálvmál ('87 )

4-4 Dor Peretz ('89 )

4-5 Sandro Tonali ('90 )

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix