Løgreglan er aftur farin at klippa nummarplátur

Løgreglan hevur fingið ein langan lista frá Akstovuni um nummarplátur, sum skulu klippast

Nú er tað tann tíðin, tá løgreglan hevur úr at gera við at klippa nummarplátur av bilum, har eigarin hevur ikki hevur rindað trygging ella vegskatt, ella hann ikki hevur verið til sýn við bilinum.

Í nátt var løgreglan úti og klipti nummarpláturnar av fýra bilum. Og tað fara tey aftur at gera komandi næturnar, tí listin er langur, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum mælir fólki, sum møguliga hava eitthvørt útistandandi av slikum, til at fáa tað í rættliga, fyri at sleppa undan at missa nummarpláturnar.

Í gjár leitaði løgreglan eftir einum bili, tí onkur ringdi úr Vágatunlinum og meldaði, tí te hildu bilførara verða ávirkaðan av rúsdrekka. Men hesin bilførarin varð ikki funnin. Vaktleiðarin sigur, at tað er óført, at fólk ringja og siga frá, hava tey illgruna um slíkt.

Á Marknagilsvegnum í Havn var eitt lítið ferðsluóhapp, tá hann, ið koyrdi ov tætt við bilin frammanfyri, ikki megnaði at steðga, tá fremri bilurin steðgaði.