Zelenskyj ynskir Støre tillukku við valsigrinum

- Vit eru takksom fyri tað, sum vit longu hava megnað í felag - fyri trygdina í okkara landi og í regiónini sum heild, sigur Volodymyr Zelenskyj

Volodymyr Zelenskyj og Jonas Gahr Støre hava hittst fleiri ferðir seinastu árini

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er millum ríkisleiðararnar, sum hava ynskt norska forsætisráðharranum,  Jonas Gahr Støre, tillukku við valinum í gjár.

 

- Ynski Jonas Gahr Støre tillukku við valúrslitinum. Ynski tær framhaldandi góða eydnu við arbeiðnum fyri norska fólkinum.

 

Soleiðis skrivar ukrainski forsetin á X, fyrrverandi Twitter, í dag - dagin eftir norska stórtingsvalið.

 

- Vit eru takksom fyri tað, sum vit longu hava megnað í felag fyri trygdina í okkara landi og í regiónini sum heild.

 

Ukrainski forsetin leggur aftrat, at hann sær fram til, at hetta samstarv fer at halda fram.

 

Volodymyr Zelenskyj og Jonas Gahr Støre hava hittst fleiri ferðir seinastu árini, og norski forsætisráðharrin var seinastu ferð í Kyiv fyri tveimum vikum síðan.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

 

 

Volodymyr Zelenskyj og Jonas Gahr Støre hava hittst fleiri ferðir seinastu árini