Nógvar avlýsingar geva Air Greenland stórt hall

- Okkara starvsfólk hava gjørt alt, tey kunnu gera og meira enn tað - fyri at fáa tingini at bera til, hóast truplar umstøður, sigur stjórin í Royal Greenland, Jacob Nitter Sørensen

Air Greenland sigur í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, at nógvar avlýsingar í fyrru hálvu av 2025 eru orsøkin til, at flogfelagið hevði eitt hall í fyrra hálvári í ár á 87,4 milliónir krónur fyri skatt.

 

Eftir at nýggja floghavnin í Nuuk læt upp, hevur Air Greenland havt 59 avlýsingar við jet-flúgving samanborið við tríggjar avlýsingar somu tíð árið fyri, har Kangerlussuaq var høvuðsvegamót í flúgvingini.

 

Tað er grønlendska sjálvstýrið, sum eigur Air Greenland, og felagið hevur júst almannakunngjørt hálvársroknskap felagsins fyri 2025, sum vísir eitt hall á 87,4 milliónir krónur.

 

Hetta er sambært felagnum 66,3 milliónir størri hall enn somu tíð árið fyri.

 

Air Greenland vísir á trý viðurskifti, sum hava ført til nógvar dýra avlýsingar í fyrra hálvári í ár.

 

Ein er, at veðrið hevur verið søguliga ringt í árinum, og við flogvøllin hava eisini verið trupulleikar av hálari flogbreyt, trupulleikar við trygdareftirliti, eins og trupulleikar hava verið við viðførisbondum og bíðitíð til veiting av brennievni.

 

Aftrat hesum nevnir Air Greenland eisini langa veitingartíð til eykalutir.

 

Almenna flogfelagið vísir á, at orsaka av vánaliga hálvársúrslitinum, er væntandi, at ársúrslitið helst verður einar 30 milliónir í halli fyri skatt, men fyritreytin fyri hesum úrsliti er, at onnur viðurskifti ikki fara at ávirka úrslitið negativt.

Stjórin í Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, sigur, at Air Greenland er í einari umfatandi broytingartíð eftir mong ár við sama ferðamynstri.

 

- Vit eru merkt av avbjóðingunum, sum ligga uttanfyri okkara beinleiðis virkisøki, men vit eru eisini partur av hesum. Tí taka vit eisini ábyrgd og gera raðfestingar, har vit kunnu, sigur Jacob Nitter Sørensen.

 

Stjórin ynskir eisini at takka sínum starvsfólkum fyri arbeiðið, sum tey gera.

 

- Tey hava gjørt alt, tey kunnu gera og meira enn tað - fyri at fáa tingini at bera til, hóast truplar umstøður, leggur Jacob Nitter Sørensen aftrat.