Føroysk Myndlistafólk fáa vitjan av Myndlistafelagnum á Akureyri, og tey hava framsýning í Gallarí Havnará. Fernisering verður leygardagin 13. september klokkan 16.
Framsýningin verðurí Gallerí Havnará í Tórshavn 13. september til 21. september 2025.
Vælkomin - Ja, avgjørt!
Soleiðis skriva íslendingarnir, sum fara at sýna fram:
– Hendan framsýningin, á Akureyri og í Tórshavn í Føroyum, er fyrsta stigið í samstarvi við systurfelag okkara í Føroyum, Føroysk Myndlistarfólk. Jaaaá, akkurát.
Vit frættu at føroyingar kalla íslendingar »Jáarar« og vit taka tey á orðið. »Já, já«.
Og tey halda fram:
Sum ein sær, so eru verkini fjølbroytt, hvør og ein av teimum 47 luttakarunum syngur við sínum nevi. Vit fagna fjølbroytni, tað er okkara styrki. Oh, já.
Fimm limir í Føroysk Myndlistarfólki lata síðani framsýning upp á Akureyri í 2026. Vit vænta, at hetta samstarv fer at vaksa og mennast. Já, já, já, já, - einki ivamál!
Myndlistarfelagið á Akureyri
Felagið er ein felagskapur fyri myndlistafólki á Akureyri og er forsprákari teirra. Felagið arbeiðir fyri at stuðla uppundir samrøðu um myndlist, økja um vitan og at upplýsa um myndlist, seta í verk samstørv millum listafólk, í Íslandi og úti í heimi, og ikki minst at standa fyri framsýningum av verkum hjá limum Myndlistarfelagsins.
Myndlistarfelagið rekur Mjólkurbúðina, gallaríið hjá Myndlistafelagnum í Listagilinum á Akureyri, og í hesum árinum verða 24 framsýningar og tiltøk í gallerínum. Felagsframsýningar fyri limir eru á Akureyrarvøku, síðsta vikuskifti í august, og undan jólum. Felagið er eisini í samstarvi við Mentanarfelag Akureyrar og næsta framsýning felagsins í Hofi er á skránni summarið 2026. Hof er mentunarhúsið hjá norðlendingum í Íslandi. Já, já, tú sigur nakað!
##med2##